483
Halleluja! Eg havi Jesus funnið;
hans náðiljós er bjart í mær upprunnið;
nú veit eg vegin heim í faðirgarðin;
nú kann, nú skal, nú vil eg ganga varin.
 
2. Jú, víst er tíðin stutt, eg her skal renna!
Tey skunda sær, sum sigursprísin kenna!
Fyrst allan heimin vil eg burtur tveita
og so í skundi mær mót himli leita.
 
3. Í heiminum er spilt hvørt mannasinni,
øll halda, einki eg hjá Guði vinni!
Alt gongur sína leið, sum gingið hevur,
til deyðin fyri dómin dáran dregur.
 
4. Men tit, sum kenna hann, oss vildi loysa,
og hvønn ein dag úr náðikeldu oysa,
tit hvørja løtu berið brúðarprýði,
og verið búgvin til hitt síðsta stríðið!
 
5. Um eina lítla stund eg havi vunnið,
so er alt stríðið ævigt burtursvunnið,
so finni hvíld eg trygt í himlasali,
í sælum friði eg við Jesus tali.
 
6. Mær tykist, at eg síggi, Guð er fegin,
tá Kristi hermenn trúgvir gingu vegin,
so teirra stríð á fold kann enda fáa,
og hvør sín sigurskrans á himli náa.
 
7. Eg síggi teg, mín krans, í himmiríki,
sjálvt sólin fyri tínum ljóma víki;
og líti eg á hann, meg hevur vunnið,
eg veit, eg krýnast skal, tá skeið er runnið.
 
Brorson 1735. Edm. í Garði. Lag: sum Sl. 140.