487
Mín Guð, eg vil ei víkja
frá tær á lívsins veg.
Títt orð kann ikki svíkja;
eg líti trygt á teg.
Tú rættir blítt mær hond
frá kvøldi og til morgun.
Tú styrkir meg í sorgum
við tíni almáts hond.
 
2. Sum veður títt sær vendir,
so broytir verðin seg.
Mín Guð, í tínar hendur
eg glaður gevi meg;
tí tú umbroytist ei;
tú ert vár góði faðir,
sum bøtir tað, ið bagir
á lívsins trongu leið.
 
3. Øll heimsins ríki enda;
men Guðs fólk veit fullvæl,
tann sæla, Guð vil senda,
hon aldri enda skal;
frá fold eg fara má,
ei her mítt lív kann vara,
men í Guðs frelsta skara
eg betri lív skal fá.
 
4. Og má eg so her líða
mangt sárt á lívsins leið,
vil verðin mót mær stríða,
í fátt eg falli ei;
tann vón meg troystar væl,
sum hvørt Guðs barn kann eiga,
at Harrin oss vil leiða
heim í sín himlasal.
 
5. Guð faðir, prís tú fái,
sum mildur til oss sá;
við Jesu Kristi náði
vit frelsu kunnu fá.
Guðs andi við oss ver
og verji oss á vegi!
Til himmiríkis gleði
tá gongur øll vár ferð.
 
Ludvig Helmbold 1563.
Hans Ravn 1615. Mikkjal á Ryggi.
Lag: sum Sl. 100.