49
Á knæ fyri Guði í Jesu navn
vit byrja við bøn várt yrki,
vit leita inn í várs faðirs favn
og fáa har mót og styrki;
vit finna har ljós á lívsins leið
og signing í dagsins virki.
 
2. Á knæ fyri Guði í Jesu navn
vit koma til góðan faðir;
várt akker fær botn í bestu havn,
har ilt okkum einki ræðir.
Guð gevi oss troyst og halga trygd,
so vantreysti ei oss bagir.
 
3. Á knæ fyri Guði í Jesu navn!
Hans gáva til okkum floymir,
hans Heilagi Andi vegin javn'!
Hann blítt við sín barm oss goymir;
hann varðar so væl sín eygnastein,
hann barnið sítt aldri gloymir.
 
Zak 2,12. Anders Hovden 1911.
Mikkjal á Ryggi.
Lag: sum Sl. 145.