491
Guð Harrin, hann er hirði mín,
og bæði árla og síðla
hann tekur meg í barm til sín
og biður meg har hvíla.
Eg skal ei líða sálarneyð,
mær skal ei vanta dagligt breyð,
eg eigi góðan harra.
 
2. Sum hirðin røktar seyð sín væl
og hvørt eitt lamb man kenna
og rekur hann í grasadal,
har áin blonk man renna,
so ger mín hirði, Jesus Krist,
hann kennir og hann føðir vist
hvørt mansins barn á foldum.
 
3. Og um í lívsins lætta gleim'
mín hugi burt kann villast,
hann leiðir meg til hallar heim,
at sál mín ei skal spillast.
So førir hann meg á sín veg,
og rættvísi hann lærir meg;
tøkk havi hann og æru.
 
4. Hvat skuldi eg so óttast her,
tá, Harri, tú mær fylgir?
Títt orð, tín andi skjól mítt er,
tá brattar gerast bylgjur.
Um andstroymi eg rógva má,
og verðin býður spott og háð,
tú ert mín vinur bestur.
 
5. Tín góðska, Harri, hon er slík,
at hon kann lív mítt bera;
tín miskunn stór og náðirík
hjá mær skal altíð vera.
Tá eg úr heimi skiljast skal,
tú hýsir mær í himna sal;
tá enda aldri dagar.
 
Sálmur 23. Anders C. Arrebo 1623. Símun av Skarði.
Lag: sum Sl. 326.