492
O, Jesus mín, við tína lið
so fegin vil eg ganga,
tú gevur troyst og sælan frið
í heimsins strevi langa,
má eg her tola happ og háð
og síggja vinir svíkja;
mín góði faðir, ei eg frá
tær eittans fet vil víkja.
 
2. Mín hugur árla stóð til tín;
so lítil eg tað lærdi,
at tú ert besti faðir mín
og meg frá illum vardi.
Um títt á mínum lívsins veg
alt tóktist svart at síggja,
tín sterka hond tó leiddi meg,
og dimmið mátti flýggja.
 
3. O, verðin, sum títt vit og skil
tó lítið gott kann evna!
Sum Símeon hin gamli vil
eg Jesusbarnið fevna;
gerst gøtan enn so trong og brøtt,
á henni fram eg fari;
ein onnur er so løtt og sløtt,
frá henni Guð meg varði.
 
4. O, Jesus, tak tú meg í favn,
tá eg frá fold skal fara,
so eg lovprísa kann títt navn
í tínum halga skara.
O, hvat mín sál tá verður glað,
tí Harrin vil mær hýsa
í sínum fagra himlastað,
har allar sólir lýsa.
 
Mikkjal á Ryggi.
Lag: Sl. 265.