494
Eg vóna vil, ið hvussu fer,
til Guðs ta tíð, eg livi her,
hvat skal meg kunna saka?
Hvat veit eg um hin næsta dag,
um Guð, ið alt fær væl í lag,
vil geva ella taka!
2. Eg uggast vil, ið hvussu fer,
um hvør ein vón mær brestur her,
hvat gagnar tað at klaga?
Um eg vil sáa rok og fok,
tá man eg heysta glaðustrok,
mær sjálvum bert til skaða!
3. Eg líta vil, ið hvussu fer,
á hann, ið eina alt gott ger,
hann ger mær alt til bata.
Eitt ríkisdjúp Guðs vitska er,
men grunt og fátækt er hjá mær,
eg hann skal ráða lata.
4. Eg bíða vil, ið hvussu fer,
í tolni, til Guðs tími slær,
eg sleppi hann at hoyra,
um neyðarstundin enn er long,
eg veit ein sælan hvíldarsong,
mær ljóða skal í oyra.
5. Hvørt kvøld í ró, hvønn morgun fró
skal sál mín hoyra einglaljóð
og himnaklokkur spæla.
Er svikalig hvør vón á fold,
skal Guð tó birta lív úr mold
og dag úr deyðans dvala.
C.J. Boye. J. Dahl 1924.
Lag: Sl. 56.