499
Guð, vit eru tær í hendi,
hendi tíni, góði Guð,
tú alt vánt frá okkum vendi,
flýddi okkum góðan lut,
og sum hóast neyð og pínu
slættar vegin fyri tíni.
 
2. Deyði, synd og Sátans megi -
lítið megna vit mót teim,
ofta snáva vit á vegi,
eru vándskapi til gleim.
Hetjan undir krossins merki -
einans hann kann nevnast sterki.
 
3. Deyða, synd og heljar ráðið,
sum ei komu honum við,
Kristus bar í síni náði,
legði niður Sátans lið.
Nú ei nakað hann kann bága,
sum vil lata Jesus ráða.
 
4. Guð, vit eru tær í hendi,
kærleikshendi tíni, Guð,
sannleika og náði sendi
tú og gevur oss í lut.
Fyri teimum ilt má dvína,
synd og neyð og heljar pína.
 
5. Tínar hendur, fornir søgdu,
eru sonur, heilag ond,
teimum við tú sálir grøddi,
loysti vári trælabond,
og av teim á nátt og degi
mettast vit við himnagleði.
 
Grundtvig 1853-55. Salomon J. Joensen.
Lag: Sl. 112.