504
Við Jesu kross har sál mín trygg kann vera,
har kann ei nakað ónt mær skaða gera,
har fæst tann hvíld, sum mær er tørvur á,
tí vil eg Jesu krossi vera hjá.
2. Við Jesu kross har kann eg tryggur vera,
tí Jesus vildi mínar syndir bera;
ei annan veg til frelsu veit eg mær
enn tann, at Jesus mínar syndir bar.
3. Við Jesu kross má illimaður dvína,
har líti einki eg á megi mína,
men bert á Jesu verk, sum fullgjørt er,
sum reinan meg í Jesu blóði ger.
4. Við Jesu kross, bert har kann eg meg verja,
tá synd mín dømandi vil á meg herja;
tað skýli er, sum væl man líva mær:
at skuldabræv mítt neglt á krossin var.*
5. Við Jesu kross er trygdarhavnin góða,
av náði syndarum til frelsu bjóðað;
um synd og deyði bæði leika óð,
við Jesu kross er trygdarhavnin góð.
6. Tú, frelsari, sum krossin vildi bera,
títt navn vælsignað skal um ævir vera;
tú sigur yvir synd og deyða vanst,
tú ert tann, neyðarstøddum bjarga kanst.
* Kol 2,14.
H.M. Jacobsen.
Lag: sum Sl. 256.