505
Eg eri fegin við Guðs vilja,
eg veit, hann vil mær altíð væl;
ei nøkur makt á jørð meg skilja
frá mínum himlaharra skal;
eg elski Jesus og hans boð,
í Guði fegin eri so.
 
2. Eg eri fegin við Guðs náði;
ið hvørt so mær á foldum fer,
lat gangast eftir Harrans ráði,
eg veit, tað best í royndum er;
hans milda miskunn varðar meg,
í Guði fegin eri eg.
 
3. Eg eri fegin við Guðs gleði,
í bøn og sangi ljóða skal
frá jørð mót himlaborg við megi
mín tøkk til hans, sum førir væl
mítt fótafar á trongum veg,
í Guði fegin eri eg.
 
4. Eg eri fegin sjálvt í sorgum;
við sút eg sáa kann í dag,
men heysta fróur næsta morgun;
Guð hoyrdi hvørja bøn, eg bað,
ei sømir tá at gremja seg,
í Guði fegin eri eg.
 
5. Eg eri fegin, tí mín æra
til hugmóð meg ei freistað fær,
eg veit, eg brátt herfrá skal fara
og leggjast lágt í kirkjugarð,
har heimsins rós ei hækkar meg,
í Guði fegin eri eg.
 
6. Eg eri fegin, um vanvirdur
eg millum manna liva skal;
sjálvt hann var háðaður og myrdur,
sum einans gjørdi øllum væl;
og háðar, hatar fjøldin meg,
í Guði fegin eri eg.
 
7. Eg eri fegin, tá eg fái
av Harrans miskunn dagligt breyð,
og takki Guði fyri náði
og fegin gevi út til tey,
sum trongd og armóð nívir á,
í Guði fegin eri tá.
 
8. Eg eri fegin við mín deyða;
hin stóra stundin er í nánd,
tá slokna skal mítt troytta eyga
og sálin søkja í Guðs hond,
sum einki úr kann slíta meg,
í Guði fegin eri eg.
 
9. Eg eri fegin, tá av deyðum
meg Jesus sjálvur vekja vil;
útloystur heilt av heimsins neyðum,
hans himlabúgv innboðin til,
eg hægstu sælu har skal fá,
í Guði fegin eri tá.
 
Jógvan á Lofti. Yrktur á donskum um 1750.
Mikkjal á Ryggi 1942.
Lag: sum Sl. 316.