508
Á sorgarstund
mín sára lund
at krossinum sær vendir,
har rættir hann,
sum deyðan vann
og hjálpa kann,
mær sínar særdu hendur.
 
2. Úr sorgarstund,
á Harrans fund,
eg berist sum á veingjum,
og eygað sær
í faðirs garð,
hvør vænt er har
á ævinligum eingjum.
 
3. Grøð sorgarsár,
o, faðir vár,
so tína leið vit skilja.
Tak tað, tú vilt,
ger hjartað stilt
ger lyndið milt,
alt eftir tínum vilja.
 
4. Á sorgarstund,
av hjartansgrund
á skilnartíma sárum
eg biði teg,
tú leiði meg
tín tronga veg
at endaleysum árum.
 
H.A. Djurhuus 1924.
Lag: sum Sl. 342.