514
Óttandi hjarta,
hvat vil teg harta?
Gloymir tú alt tað, sum lívið tær bar?
Jesus teg eigur,
trúgvur teg leiðir,
enn hann tó livir og er, sum hann var!
 
2. Guð er tín faðir,
ber, tá ið bagir,
sonurin nevnir teg bróðurin sín;
vunnin er vandin,
trúgvur er andin,
leiðir teg framá, er uggari tín!
 
3. Heim vit nú ferðast,
undrandi berast,
sæl vit nú eru, men steðga tó ei,
ræðir oss váði,
eiga vit náði,
búgva í Guðs borg, men eru á leið!
 
4. Guð hevur givið
lóg, so eg livi,
gangi í trúnni, ei skoði sum har!
Dagarnir renna,
tó kanst tú kenna:
Guð tær í Kristusi frelsuna bar.
 
5. Óttandi hjarta,
hvat vil teg harta!
Gloym ikki alt tað, ið Kristus tær bar:
Hann hevur keypt teg,
tváað og doypt teg,
enn hann tó livir og er, sum hann var!
 
C.O. Rosenius 1847. Salomon J. Joensen.
Lag: Sl. 276.