521
Hvør føgur skal Guðs kirkja stá
for ásjón Guðs at líta á,
tá hjørtu øll sameina seg
og sameind ganga kærleiks veg,
og trúføst fylgjast lið um lið
í kærleika og góðum frið.
2. Hvat eru vit, um øll vit ei
tilsaman ganga kærleiks leið,
sum brøður fylgjast her á fold,
til holdið hvørvur undir mold,
og eingin víkur øðrum frá,
sum Guð var hjá og leit hará.
3. Far burtur harmur, reiði, háð,
og víki mínum barmi frá,
so sæla Guðs á friðarferð
kann signing okkum veita her,
far burtur alt, sum í sær ber,
at klandur millum brøður fer!
4. Ja, gævi Guð, at hvør ein gerð,
hvørt orð, av várum vørrum fer,
má køva hat og hevndar trá
og byggja upp í hvørja vrá
eitt himmiríki foldum á,
har alt ónt víkur okkum frá!
5. Hvør tanki, ætlan, ráðagerð
av Guði alt svá eygleitt er,
for honum eingin fjalir seg
á óndskaps villa syndaveg;
hann alsamt við tey góðu sær,
hans hjálparhond er teimum nær.
6. Virð, sál mín, heimsins hóttan ei,
ið møtir tær á tíni leið.
Tað ónda onga framgongd ár,
til undirgangs tess vegur gár;
gakk fram í friði tína leið
og óttast heimsins buldran ei!
7. Tú skapi mær eitt hjarta reint,
o, Guð, við tær í trúgv sameint!
Lat lív mítt vera halgað tær,
til himmiríki ognast mær,
har: halgur, halgur, halgur! tá
eg syngi við halleluja.
Kingo 1699. Jóan Chr. Poulsen.
Lag: Sl. 157.