543
O, Guð, vár hjálp í farnu tíð,
vár viti fyri stavn,
vár trygga vernd í ódn og stríð,
várt heim í himmalhavn.
 
2. Í sælum friði tætt at tær
títt fólk sær bygdi bú.
Tín sterki armur verja var
og verjir okkum nú.
 
3. Alt áðrenn sól og stjørnufjøld
og fold bar fjall og dal,
vart tú, o, Guð; um alla øld
tú ævigt vera skal.
 
4. Og túsund øldir tykjast tær
sum kvøldarstundin her,
sum vøkan tann, ið dagin sær,
tá sól úr kavi fer.
 
5. Men lív várt við hin stríða streym
ber okkum skjótt av stað,
kann metast við ein bráðan dreym,
við leyv ein heystardag.
 
6. O, Guð, vár hjálp í farnu tíð,
vár viti fyri stavn,
leið tú oss trygt um deyðans ríð,
heim í tín faðirfavn.
 
Sálmur 90. Isaac Watts 1719. Edm. í Garði.
Lag: Sl. 260.