544
Tíðin rennur sum streymur í á,
títt munnu bylgjurnar falla;
lítlum báti rekist eg á,
áraleysur at kalla.
 
2. Hvør ein løta og hvør ein stund
at stóra fossinum dregur;
treingist mítt hjarta, tyngist mín lund,
hvar er úr neyðini vegur?
 
3. Hvør hevur vinur vilja og mátt
at bjarga mær til landa?
Allir teir eru á líkan hátt
staddir sum eg í vanda.
 
4. Ein hevur vinurin vilja og mátt
at bjarga mær frá grandi;
Jesus kann føra mín lítla bát
trygt at himnasandi.
 
5. Tíðin rennur sum streymur í á
fram í Harrans navni!
Lítlum báti eri eg á, -
himnastrond fyri stavni.
 
Fr. Petersen 1892.
Lag: Sl. 332 a og b.