545
Guð, tú sum ljósið lætst skína so bjart,
sjálvur ert ljóskeldan reina;
aldri seg nærkar tær myrkrið so svart,
sólin har vald hevur eina.
 
2. Skýggini dimmu nú hvørva so brátt,
dagurin bjarti nú rísur;
stjørnur, sum glógvaðu myrklongu nátt,
blikna, nú sólbirtan lýsir.
 
3. Frísk vit frá náttarrógv glað eru nú
tøkk tær við songi at veita;
náttina starblindu burt beindi tú,
dagsljósið aftur man leita.
 
4. Halt allar freistingar okkum ífrá
og alt, sum tungliga bagir!
Við tínum kærleika ver okkum hjá,
halgi og algóði faðir!
 
5. Vreiðini steðga, tí hon veldur neyð!
Gleði og frið gev í sinni!
Fátæka manni gev dagliga breyð!
Leið tú oss úti og inni.
 
6. Styrk tú og styðja oss, fast vit tá stá,
stríða og sigra í stríðum!
Frelsari vár, tú skalt æruna fá
nú og í ævigum tíðum.
 
C.J. Brandt 1874. Símun av Skarði.
Lag: Sl. 110.