559
Rís í Jesu navni nú,
tú lívsæli morgunroði!
Glaður fram til Guð eg troði
her við beð og hvíldarbú;
alt, sum mær er í, skal níga
takksamt fyri náttarskjól,
og mítt lovsangsljóð skal stíga
upp til Harrans tignarstól.
2. Langa, myrka náttin gekk,
lýsir nú av nýggjum degi,
og mítt hvílda eyga fegið
aftur sól at síggja fekk.
Lov og tøkk og ævig æra
veri tær, algóði Guð,
sum á hondum vildi bera
meg úr náttarmyrkri út!
3. Gævi, Guð, eg kundi svá,
henda dag meg av tær vara,
at eg ei skal skeivur fara,
snávistein meg ganga á!
Jesus, tú sum sól mín rísi,
sum mín skjøldur ver mær hjá,
tá eg Sátan' ikki hýsi,
hold og blóð tá lúta má!
4. Hvørt eitt verk, hvør gerð og dáð,
sum mín hond í dag skal gera,
lat tað alt av ongum vera,
uttan anda tín og ráð!
Eg til einkis má arbeiða,
alt mítt stríð miseydnast má,
um tín hond meg ei skal leiða,
hjálp tín ei mær vera hjá.
5. Lat meg við hvørt klokkuslag
styrki mína í tær finna,
lat ei heimin hjartað vinna,
meg ei spilla náðidag!
Tá ið fer mín síðsti dagur,
tak meg, Harri, heim til tín;
lat tá synd og sorg og klagur
farast sum líkverja mín!
Kingo 1674. J. Dahl 1931.
Lag: Sl. 280