568
Dagurin nú hvørva tekur,
náttin hann úr londum rekur,
eg knæfalli, Jesus, tær,
og mítt suff eg til tín sendi,
tí tú vildi, lívið lendi
friðsælt, heilt og ríkt hjá mær.
 
2. Veit tú rógv um kirkjustræti,
lat í kongsins sal og sæti
ongan meinan skuggan ná.
Lat hvønn hjartatyngdan finna
og hvønn kristnan ljós og linna,
batning fyri bága fá.
 
3. Lat meg synda-vardan hvíla,
tínar armar væl meg skýla
móti deyðans ørva mátt';
so vil eg í morgin røða,
og mín tunga lov títt kvøða:
Jesus var mín sól í nátt.
 
Kingo 1677. Chr. Matras.
Lag: sum Sl. 331.