574
Dagurin aftnar, ver okkum hjá,
Jesus, við tínari megi
lat okkum signing tína fá,
verj oss á nátt sum á degi.
 
2. Dagurin aftnar, og myrka nátt
køva vil dagin hin ljósa,
stíg tú tí inn um vára gátt,
vit teg til verndara kjósa!
 
3. Dagurin aftnar, og um tú ei,
Harri, vilt hjá okkum vera,
døpur og dimm tá gerst vár leið;
einki vit sjálv kunnu gera.
 
4. Dagurin aftnar, men tá ið tú,
Harri, vilt hjá okkum vera,
eigur ei vónloysi hjá okkum bú,
hvør kann tá skaða oss gera?
 
5. Tá ið vár lívsdagur aftnar her,
sólin til viðar vil fara,
Harri og meistari, hjá okkum ver,
við tíni almakt oss varða!
 
H.M. Jacobsen.
Lag: Sl. 29.