585
Tú alfagra land mítt,
mín dýrasta ogn,
á vetri so randhvítt,
á sumri við logn,
tú tekur meg at tær,
so tætt í tín favn!
Tit oyggjar so mætar,
Guð signi tað navn,
sum menn tykkum góvu,
tá teir tykkum sóu.
Ja, Guð signi Føroyar, mítt land!
 
2. Hin roðin, sum skínur
á sumri í líð,
hin ódnin, sum týnir
mangt lív vetrartíð,
og myrkrið, sum fjalir
mær bjartasta mál,
og ljósið, sum spælir
mær sigur í sál:
Alt streingir, ið tóna,
sum vága og vóna,
at eg verji Føroyar, mítt land.
 
3. Eg nígi tí niður
í bøn til tín, Guð:
Hin heilagi friður
mær falli í lut!
Lat sál mína tváa
sær í tíni dýrd!
So torir hon vága,
- av Guði væl skírd -
at bera tað merki,
sum eyðkennir verkið,
ið varðveitir Føroyar, mítt land!
 
Símun av Skarði.
Lag: Sl. 338.