587
So førdi aldaføður hond
fedrar várar í forðum:
Teir nomu gamla Føroyaland
frá strond til hægst á skorum.
Í túsund ára tal
Guð menti oss so væl,
at fólk til føðiland
tað bant sítt trygdarband,
sum aldri kundi vikna.
 
2. Til kníggja tjóðin fellur tær,
tú, Drottur himnapalla,
og inniliga biðjum vær:
verj vára framtíð alla!
Enn lívdarskildi halt
um fólk og landið alt,
so aldri týnast má
tann rót, her settist á.
Miskunna Føroyum, faðir!
 
3. So boðaði Guð boðskap sín
til allar heimsins tjóðir:
Tú heiðra væl skalt faðir tín
og heiðra tína móður!
Tey boð vær lítum á,
til verka førum svá
í ivaleysri trú,
at føroyingur sítt bú
í Føroyum heppin heldur.
 
Jóannes Patursson.
Lag: Sl. 587.