67
Eg vil mínum Harra prísa,
sum syndir mínar allar bar,
í trúgv skal lov mítt rísa,
fyri honum mítt hjarta slær;
har vil eg navn hans skriva
og bera tað til mín deyð',
alt meðan eg her man liva,
hann linnar mær sorg og neyð.
 
2. Guð gevi mær tað at læra,
sum eg tað læra kann,
at dýrasti heiður og æra
skal veitast tær av kvinnu og mann';
Guð gevi mær tað í sinni
mínum Harra at lova væl,
um úti eg eri ella inni,
tú huga mín ugga skal.
 
3. Hann er eins og sólin klára,
sum lýsir hátt himni á,
hans náði man til mín strála,
hann hava skal á mær ráð;
hann eina kann sorgir stilla,
tað havi eg roynt hjá mær;
lat, Jesus, meg einki villa,
meg takka og tæna lat tær.
 
4. Teir himmalsku einglar í flokki
so fegnir teir tæna tær,
til tín stendur teirra tokki,
tín vilja teir ynda sær.
Gud setti teg av síni náði
alt við sína høgru hond,
gav tær so ríkið og ráðið
um øll somul heimsins lond.
 
5. Nú leiti eg til tína náði
og gevi meg tær í hond,
tú hava skalt meg í ráði,
meg leiða skulu tíni bond.
Ta stund, eg á foldum eri,
meg lívga skal trygdin tín,
títt orð eg sum skjøldur beri,
til tín stendur hugur mín.
 
6. O, Jesus, dagstjørnan bjarta,
sum ljós og lív mær er,
eg takki tær av hjarta
fyri ugga og aga frá tær.
Ger lutir mínar so reinar,
áðrenn eg skal dømast av tær,
sum gull og dýrastu steinar,
sum sólin so bjørt og skær.
 
7. O, Jesus, tú lívsins drottur,
tú hoyrdi nú, hvat eg bað!
Meg verja skal tín máttur,
tá altíð mær lundin gerst glað.
Tú send mær einglavernd tína,
tá eg hiðan sovna skal,
frels meg frá helvitis pínu,
før meg í himmiríkis sal.
 
Gomul donsk Mariuvísa.
Hans Thomissøn 1569. J. Dahl 1925.
Lag: Sl. 55.