72
Jesus leið meg allan aldur
væl við tíni verndarhond,
tú tann himnakongur baldur,
før meg dygt við trygdarbond
treystliga um allan veg,
lat meg líta mest á teg,
tú mær beyðst til himmalsarva,
lat meg væl um trúnna starva.
 
2. Um mær ofta snýr til handa
mistreysti og onnur sorg,
um mær vilja ilskur granda,
ber tá gleðiboð í borg;
sýn mær, at tú dyggur ert,
um tú stundum gevur snert,
fyri tað at eg skal roynast,
um eg tola kann at beinast.
 
3. Send mær styrk, tú Harri kæri,
at for fall eg komi ei,
halt meg eftir tíni læru,
mínar gøtur tú væl greið;
gev mær mátt og megi mest,
at eg aftur kann við treyst
tað útinna, mær er lagað,
væl mítt starv til endan draga.
 
Jóannes Patursson.
Lag: Sl. 177.