87
Eitt er Harrans ár nú runnið,
aftur advent komin er.
Tøkk og prís av sál og munni
aftur fólk várt, Guð, tær ber,
glað vit leita á tín fund,
kenna inst í hjartans grund,
mildur ert tú, himlafaðir,
sært, hvat børnum tínum bagir.
2. Takk, at tú vart okkar millum
signandi hvønn kirkjufund,
vendi oss frá Sátans villum,
sendi manga sæla stund,
grøddi mangt eitt syndasár,
stillaði tey stríðu tár,
lyfti oss á andans veingi
yvir fold í sálmasangi.
3. O, vit biðja, faðir bestur,
savna fólk várt saman her;
sálmar, bøn og halgur lestur
bøti okkum hug og gerð,
á títt lyfti, Harri Krist,
lær tú oss at líta vist:
Ættir føðast, ættir fara,
kirkja tín skal altíð vara.
Mikkjal á Ryggi. Lag: sum Sl. 307.