9
Syngið við okkum, fjøll og líð,
prísið Harranum alla tíð!
Undarlig tykist títt hans ferð,
altíð tó signing okkum ber.
Guð havi lov!
 
2. Syngið við okkum, land og hav;
alt, okkum tørvaði, Guð oss gav!
Syngið við okkum, stjørnur smá,
syngið við okkum, bylgjur blá:
Guð havi lov!
 
3. Syngið við okkum, dagur, nátt:
Guð, vár Guð, ger oss einans gott!
Syngið við okkum, børn so smá,
syngið við, tit av elli grá:
Guð havi lov!
 
4. Syngið við okkum, suður, norð:
frið oss gevur Guðs halga orð!
Fara tað lat um lond og havn,
heilsa: »Guðs friður í Jesu navn!«
Guð havi lov!
 
5. Syngið við okkum fjart og nær:
Guð væl inn í hvørt hjarta sær;
finnur hann har ta góðu grund,
gleði hann sáar alla stund.
Guð havi lov!
 
Grundtvig. Mikkjal á Ryggi.
Lag: sum Sl. 211.