93
Maria var moyggin rein og skær,
sum skriftin sæla kallar,
í heimin Guðs einkarson hon bar,
sum ein ber yvir allar,
hann trælir av fjøtrunum hevur loyst
og blóð sítt út oyst
at bjarga oss heim til hallar.
 
2. Og vóru her allir vísir menn,
tað fagurt lið var vorðið,
teir høvdu tó ikki allir í senn
hans miskunn nóg væl á orði,
tí náðin og sannleikin skygdu øll
sum sól yvir fjøll,
tá boð frá himni varð borið.
 
3. Profetarnir longu forðum í,
tað skriftin man tær vissa,
oss boðaðu um ta sælu tíð,
tá deyðin skal brodd sín missa;
nú eru tey orð, sum burt reka sút,
í Krist' gingin út,
og lív skalt tú ikki lissa.
 
4. Av Jessa runni tú kvistur vart,
tú Jákups stjørna og æra,
o, Jesus, kongur, ið syndir bart,
at lova tær vilja vit læra.
Hin falna Ádam tú reisti á fót
og veitti oss bót,
tú verja oss vilt og varða.
 
5. O, dugdi eg alskyns tungumál,
og gjørdist eg aldri møddur,
og hevði eg tungu, ið beit sum stál,
og sang sum einglarøddir!
So vildi eg ferðast um bygd og garð
at lovsyngja tær,
sum var mær frelsari føddur.
 
Hans Thomissøn 1569. G. Bruun.
Lag: Sl. 217.